Tað var um reppið, at uppskotið hjá mær vegna fólkaflokkin um at lækka tinglesingargjaldið í dag bleiv samtykt.
Núverandi tinglýsingaravgjald hækkaði hendan samgongan frá 0,5 % til 1,0%. Og við uppkotinum í dag varð mælt til at lækka avgjaldið aftur til 0,5%. Endamálið við uppskotinum er m.a. at hjálpa teimum, sum skulu seta føtur undir egið borð, og at hjálpa vinnuni.
Ikki frítt, at mann tað einu løtuna hevði vón um, at uppskotið fór at verða samtykt, men gakk, atkvøðuavgreiðslan endaði við, at tað vóru 11 atkvøður fyri og 11 atkvøður ímóti, og er hetta sjálvandi ikki nokk við javnleiki. Bara ein atkvøða afturat var fyri uppskotinum, so var tað samtykt….. spell




