Team Klaksvík hevur truplan útidyst í fyrsta umfarinum í steypakappingini.
Team Klaksvík er í bólki saman við Neistanum, Kyndli og StÍF. Fyrsti dysturin hjá Team Klaksvík í bólkinum er týskvøldið í Høllini á Hálsi móti Kyndli. Dysturin byrjar kl. 20.00. Í landskappingini liggur Team Klaksvík aftast, meðan Kyndil liggur á 3. plássi.
Tvey lið fara víðari úr bólkaspælinum til hálvfinalurnar.


