Eingin dystur verður í Trongisvági í dag.
Tað er eisini ov nógvur kavi á vøllinum í Trongisvági, og tí er dysturin millum TB og KÍ avlýstur. KÍ er á venjingarlegu í Suðuroynni hetta vikuskiftið, har tað m.a. hava verið fleiri venjingar í Marghøllini í Vági. Myndin er tikin í gjár.


