Sera nógvi kavin ið er fallin seinastu vikuna er so spakuliga byrjaður at loypa oman av húsatekjum.
Eitt dømi um hetta, er niðri við Badmintonhøllina í kvøld. Helvtin av kavanum ið hevur ligið á takinum á høllini er gliðin oman. Harði kavin leyp omanyvir tríggjar bilar, ið hava fingið stóran skaða. Tað verður sagt av staðnum, at hin helvtin væntandi glíður oman nakað skjótt.
Vit á redaktiónini ynskja tískil at heita á fólk um at vera varðin og ansað sær, nú kavin er byrjaður at loypa oman av húsatekjum, tá hetta lættliga kann gerast sera vandamikið.






