Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Heilsufótbóltur í Klaksvík

Tíðindaskriv

Fótbóltssamband Føroya er farið undir at varpa meira ljós á heilsufótbólt og ætlanin er at fáa øll feløg í landinum at luttaka. Í løtuni eru tíggju feløg, ið skipa fyri heilsufótbólti, men vónin er, at fleiri koma við, bæði feløg og íðkarar. Seinasta felagið, ið hevur tikið heilsufótbóltin til sín er KÍ og hósdagin kl. 20:30 verður fyrsta heilsufótbóltsvenjingin við Djúpumýrar.

 

Fleiri viðurkendar kanningar eru gjørdar í samband við heilsufótbólt, og úrslitini eru heilt greið. Íðkararnir fáa meira orku, betri javnvág, sterkari vøddar, lægri blóðtrýst, tapa seg nøkur kilo, og beinagrindin verður sterkari.

 

Møguleiki er at lesa meira um heilsufótbólt og ágóðan av hesum á heimasíðuni hjá FSF: http://www.fsf.fo/Default.aspx?ID=208&Action=1&NewsId=2664&PID=487.