Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mitt í sjónum: Føroysk shippingvinna

Dávur Winther

Á Torradøgunum í Klaksvík í kvøld, verður tikið upp hvør er búskaparligi týdningurin av shippingvinnuni fyri Føroyar og aðrar vinnur? Og hvussu kann shippingvinnan fáa betri karmar og skapa størri inntøkugrundarlag í Klaksvík?

Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður og formaður í Fólkatingsins artiska arbeiðsbólkinum bjóðar til spennandi framløgur og kjak um føroyska shippingvinnu og um umstøðurnar hjá vinnuni í Klaksvík.

 

Skráin:

Møguleikar mitt í sjónum: Sjúrður Skaale, Fólkatingsmaður

Farmaflutningur í norðuratlantshavinum: Bogi P. Nielsen, stjóri í Faroe Ship

Shipping og virðisskapan í Føroyum: Ester Dahl (ráðgevi í Vinnuhúsinum og fyri Reiðarafelagið fyri handilskip)

 

Pallborð og kjak við:

  • Bogi P. Nielsen (Stjóri í Faroeship)
  • Frimodt Rasmussen (Stjóri á KSS)
  • Ester Dahl (ráðgevi í Vinnuhúsinum og fyri Reiðarafelagið fyri handilskip)
  • Jógvan Skorheim (Borgarstjóri, Klaksvíkar Kommuna)

 

Óluvá Zachariassen, tíðindakvinna stýrir kjakinum og pallborðinum.

Hvar: Spinnaríið

Nær: Í kvøld, Týskvøld, kl 19.30