Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Sandshavið fingið royndarloyvi á Føroya Banka

Jóhann Lützen

Vit fara avstað í morgin og vit fara at royna eftir hýsu, so leingi tað ber til. Hetta hava vit fingið loyvi til frá Havstovuni fyri fjúrtan døgum síðan, sigur Eyðvarur Petersen við Norðlýsið

Nú verður aftur royndarfiskiskapur á Føroya Banka. Í morgin fer ísfiskalínuskipið Sandshavið av Sandoy á Føroya Banka at royna eftir hýsu.

– Jú, tað er rætt, sigur Eyðvarur Petersen, skipari á Sandshavinum, tá vit spyrja hann um tað er rætt, at teir hava fingið royndarloyvið á Føroya Banka. 

– Vit fingu loyvi frá Havstovuni fyri fjúrtan døgum síðan. Vit ætlaðu at fara avstað í gjár, men tað viðraði so illa, at vit útsettu til í morgin, sigur Eyðvarur Petersen við Norðlýsið.