Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Stórt KÍ blað mikudagin

Jóhann Lützen

Í samband við, at Betri deildin fer í gongd komandi vikuskifti hava vit vent sjóneykuna á Klaksvíkar Ítróttarfelag. Blaðið er á tremur við áhugaverdum samrøðum við fólk kring KÍ, leikaramyndum, leikskrá at taka úr blaðnum og mangt annað.

Bíðitíðin er av. Bólturin fer á rull aftur. KÍ spælir móti HB sunnudagin 10. mars. Sambært leikskránni verður dysturin leiktur í Klaksvík og tað er eisini ætlanin, hóast umfatandi betringar verða gjørdar kring allan vøllin í hesum døgum. 

Vit gera nógv burturúr KÍ í blaðnum hesaferð. Blaðið verður borið út í hvørt heim í Norðoyggjum mikudagin 6. mars. 

Tilfar og lýsingar til blaðið, skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi mándagin 4. mars kl. 15. Sendið á trondur@nordlysid.fo ella ring á 262612.