Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

8. mars í Jacqson

Politisku lokalfeløgini í Norðoyggjum

Politisku lokalfeløgini í Norðoyggjum skipa fyri einum spennandi tiltaki í sambandi við kvinnudagin fríggjadagin tann 8. mars. Tiltakið verður í Jacqson kl. 20.00

Hedvig Jóhansdóttir, ársins leiðari, hugleiðir um at vera leiðari. Andras Sólstein fer at hava eitt stuttligt upplegg um kvinnur. Rut Brend spælir nøkur løg. Endaliga verður eitt sofaprát, har Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Signhild Vilhelmsdóttir, Beinta Klakkstein og Óluva Klettskarð, allar virknar á politiska pallinum, fara at luttaka. Annika Sølvará setur teimum spurningar .

Øll eru vælkomin. Jacqson er opið sum vanligt, og vit gleða okkum til eitt hugnaligt, skemtingarsamt og politiskt kvøld.

Vinarliga Politisku lokalfeløgini í Norðoyggjum