Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Ferðamannaskip í havsneyð

Hanus Kjølbro

Illveðrið, sum var hjá okkum í gjár, hevur nú flutt seg til Noregs. Nógvur vindur av útnyrðingi er á leiðini vestan fyri Ålesund.

Har er eitt ferðamannaskip komið í trupulleikar 2½ fjórðing úr landi. Maskinan er steðgað, og skipið rekur fyri vág og vind inn ímóti landi.

Skiparin hevur sent út neyðarkall.

Nú skulu 1300 fólk takast av skipinum – ferðafólk og manning. Tað ber ikki væl til at brúka skip ella bátar at taka fólk av skipinum.

Tí mugu tyrlur brúkast – og tað verða nógvir túrar til hvørja tyrlu, áðrenn øll eru fingin av skipinum.

Skipið er nýtt – bygt í 2017 – tað eitur Viking Sky, tað er undir norskum flaggi.