Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Mjølnir aftur á slóðina

Jóhann Lützen

Hamarin dundraði í Badmintonhøllini í Klaksvík í kvøld. Mjølnir vunnu sannførandi 3-0 móti Fleyr. SÍ og ÍF munnu verða eins fegin og Mjølnir um úrslitið

Kappingin um at møta Mjølnir í FM finaluni er hørð. Fleyr hevði leikt seg í eina sera góða støðu undan dagsins dysti. Við einum sigri móti Mjølnir í kvøld, var tað næstan tryggjað at Fleyr skuldi møta Mjølnir í FM finaluni, sum hóast einaráðandi stóran part av árinum og krýndir steypavinnarar, hava mist flogið.

Mjølnir menninir hava tapt tríggjar teir seinastu dystirnar, har onkur tap hava verið greið. Men í kvøld vildu okkara menn tað annaðleiðis. Teir hølvaðu Fleyr av við settúrslitunum 25-17, 25-18 og 25-16.

Í annaðkvøld leika SÍ og ÍF og sum stigatalvan niðanfyri vísur, so kunnu øll trý – Fleyr, SÍ og ÍF – vinna seinasta finaluplássið móti Mjølnir.