Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Rogn og at gagnnýta rognini

Oliver Joensen

Var í Keypmannahavn fyri stuttum. Gekk framvið “Torvehallerne” við Nørrebrúgv. Har er altíð forkunnugt at hyggja at vøruútboðinum. Ikki minst hevur fiskahandilin mín áhuga.

Nú er rognatíð og mín sann høvdu teir eisini rogn at bjóða har.

Men prísurin. Jú, hann var góður, 75,- krónur fyri 1/2 kilo. ella 150,- krónur fyri kilo. Í dag avreiða bátarnir rogn her fyri einar 6-7 krónur fyri kilo ímeðan prísurin, tá hann hevur verið upp á tað mesta hevur ligið um 9-10 krónur fyri kilo.

Sjálvandi, at samanbera avreiðingarprísir við keikant og útsøluprísir á spotmarknaðinum ber illa til um tú ikki kennir logistikk og sølumøguleikar.

Men tað er at harmast um, at vit ikki fáa gagnnýtt rognini betur. Tað er ein sannroynd, at um tú keypir rogn á fiskamarknaðinum, so kanst tú rokna við, at um helvtin av rognunum ikki kunnu seljast sum heilar rognaboppur, tí tær vera ofta kruvdar, tá fiskurin verður kruvdur. Longu tá byrjar rognaprísurin at hækka munandi.

Tað ber væl til at fáa rognini heilt til høldar, men tá prísurin er niðri á 5-6 krónur fyri kilo, tá er kanska skiljandi, at fiskimaðurin, ið eigur minni enn helvtina av avreiðingarprísinum, ikki so væl hevur hug at verða tarnaður í arbeiðinum at fara varliga um rognini.

Bert spell at vit ikki megna at gagnnýta hetta tilfeingið betur.