Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Darius Lewis skoraði triðja dystin á rað

Jákup Ósá

Ungi leikarin úr USA hevur gjørt mun síðstu dystirnar.

19 ára gamli Darius Lewis úr USA er eitt serligt projekt, har hann hevur fingið ein langtíðar sáttmála vð KÍ eftir at hava verið sannførandi til venjingar í USA frammanfyri KÍ venjaranum, tá ungir leikarar úr USA vístu seg fram fyri venjarum í Europa við vón um at fáa sáttmála við feløg í Europa. KÍ venjarin, Mikkjal K. Thomassen, hevur sagt alment, at fyrsta hálva árið hjá honum verður ein lærutilgongd.

 

Seinastu dystirnar hevur Darius Lewis gjørt vart við seg við góðum máltevi. Móti B36 skoraði hann í báðum dystunum á páskum sera týdningarmikil mál og í dag kom hann aftur á máltalvuna fyri KÍ. Hetta var triði dysturin á rað, at hann skorar. Hann hevur tilsamans spælt 160 minuttir á besta liðnum, so hagtølini eru góð.