Í kvøld 9. mai. kl. 19.30 heldur Kári Mortensen frá Umhvørvisstovuni fyrilestur við heitinum “Loysir tað seg at skifta til hitapumpu?”.
Hetta er ein spurningur, sum er sera áhugaverdur og viðkomandi, og alsamt fleiri seta. Kom og hoyr Kára greiða frá evninum, eisini er møguleiki at seta spurningar.
Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.



