Skipað verður fyri neyðhjálparinnsavning til familjur á Sri Lanka, ið vórðu raktar av yvirgangsálopunum páskamorgun.
Í hesum sambandi gongur talvan í Christianskirkjuni sunnudagin 12. mai.
Hjálpin fer óskorin til 3 endamál:
a. At forsyrgja familjum, sum hava mist forsyrgjaran, annaðhvørt tí hann ella hon eru dripin ella so illa særd, at tey ikki eru arbeiðsfør longur.
b. Rinda útreiðslur til læknahjálp og viðgerð, bæði nú og í framtíðini.
c. Veita sálarfrøðiliga hjálp til teirra, ið hava fingið sálarlig mein.
Innsavningin fer fram til 14. mai, og fólk kunnu eisini stuðla við at flyta á kontu í BankNordik 6460 – 178.176.8, viðmerkt “Sri Lanka”.
Tað er altjóða felagsskapurin Evangelisk Alliansa, sum skipar fyri og tryggjar, at hjálpin kemur fram til tey røttu.



