Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ hevur tað sum oftast trupult á Skála

Jákup Ósá

Komandi mánakvøld spælir KÍ toppdyst á Skála.

Talan er um dyst millum liðini, sum undan síðsta umfarinum lógu nr. 1 og 2. Men eftir tapið hjá Skála móti Víkingi, so er Skála nú nr. 4 i jøvnu kappingini í oddinum, fimm stig aftanfyri KÍ, sum er oddalið. Men vinnur Skála á heimavølli móti KÍ, so vera fimm-seks lið væntandi nærum lið um lið í toppstríðnum. Og KÍ skal vænta sær ein truplan dyst á Skála. Eitt er, at Skála er nógv sterkari í ár enn undanfarnu ár sambært stigatalinum, og nakað annað er, at KÍ hevur havt tað trupult á Skála síðstu árini. Tá KÍ hevur vunnið, so hevur tað verið við sigursmáli í yvirtíðini. Bæði liðini spæla fyrru hálvfinaluna í kappingini um løgmanssteypið í vikuni.

 

 

Teir fýra dystirnir á Skála síðstu árini eru endaðir soleiðis:

2016: Skála-KÍ 0-1 (Páll A. Klettskarð í 90. minutti)

2017: Skála-KÍ 1-2 (Ísak Simonsen við tveimum málum í 88. og 93. minutti)

2018: Skála-KÍ 0-0

2018: Skála-KÍ 1-0