Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ vendi 0-2 til 3-2

Jákup Ósá

36 ára gamli Hjalgrím Elttør dugur framvegis at avgera fótbóltsdystir.

Næstbesta liðið hjá KÍ var í dag á Skála. Skála hevur havt eitt løgið kappingarár, tí liðið hevur spælt 8 av 11 dystum javnt og bara tapt tveir dystir.

Tað byrjaði ikki væl, tí Skála kom á odda 2-0 í fyrra hálvleiki. Børge Petersen fekk minkað um munin áðrenn hálvleik. 2-1 sá leingi út til at fara at vera úrslitið, men móti endanum vendi KÍ øllum. Fyrst javnaði Eivin Sørensen í 89. minutti og í síðstu sekundunum avgjørdi liðskiparin Hjalgrím Elttør, sum í ár spælir á næstbesta liðnum. 3-2 til kí gjørdist úrslitið. Nevnast kann, at Kristoffur Jakobsen bleiv settur fram í álopið síðsta partin av dystinum, og hann átti uppleggini til bæði tey síðstu málini.

Við sigrinum kom KÍ uppá 20 stig fyri 11 dystir og liggur á einum tryggum 4. plássi.