Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Fólkafundur í Føgrulíð Hvítusunnudag

Tíðindaskriv

Nú eru longu 10 ár liðin síðani fólkafundur seinast var í Føgrulíð. Tá var nógv fólk komið saman til 110-ára-haldið, og tiltakið eydnaðist avbera væl. Flestu vóru til gongu, meðan onnur komu við báti. Vónandi kemur nógv fólk saman í Føgrulíð Hvítusunnudag kl.15, nú Háskúlin verður 120 ár í ár.

Á skránni verður m.a:
– Felagssangur 
– Horntónleikur
– Tónleikaframførsla við Jógvan Andrias Joensen og Hanus Johansen
– Annika Waag og Heini Gaard flyta fram røðu

í samband við fólkafundin koyrir bussur frá vatnbrunnunum og niðan á Háls frá kl.13.30. Eisini eftir fundin koyrir bussur.

Stigtakarnir minna á, at gott er um fólk hava ein heitan drekkamunn við sær 🙂