Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Tyrlan eftir kajakk-rógvara

Jóhann Lützen

Tríggir útlendingar vórðu farnir ein túr við kajakkum útfyri Tindhólm, tá streymurin tók teir. Tyrlan hjá bjargingartænastuni tók eina mannin upp úr sjónum.

Kl. 10.52 í morgun varð alarmsentralurin ringdur upp, tí at kajakk-rógvarar vóru komnir í trupulleikar út fyri Tindhólmi. Teir vóru farnir ein túr, men streymurin tók teir útfrá.

Tyrlan var send á staðið. Vakthavandi upplýsir fyri Norðlýsinum. at tann eini maðurin varð tikin upp á sjónum, har hann lá. Hinir báðir vóru í kajakkum sínum. 

Talan er um útlendingar, sigur vakthavandi. Sum skilst hava menninir tað gott.

Harleyfacadeacryl