Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Argjabáturin smurdi Nevið Reyða av

Jákup Ósá

Í dag vann Argjabáturin sín fyrsta sigur í ár móti Nevinum Reyða.

Nevið Reyða vann báðar teir fyrstu róðrarnar í ár, men í dag gekk ikki longri. Argjabáturin vann í stórum stíli á jóansøku. Á málinum var meir enn ein bátslongd á muni. Sostatt er stórur spenningur komin í kappingina, tí eftir tríggjar róðrar hevur Argjabáturin vunnið ein róður og Nevið Reyða tveir róðrar.

 

8 mannafør
1. Argjabáturin 04.36.27
2. Nevið Reyða 04.39.38
3. Sjóriddarin 04.57.29