Fyrri dysturin í undanumfarinum í Europa League 2019 verður hóskvøldið kl. 19 í Gundadali. Í hesum sambandi skipar KÍ fyri bussferð til dystin og heim aftur eftir dystin. Fari verður frá Atlantis Bio kl. 17, og verður tað KÍ tónleikur og gott lag allan vegin suður. Tað eru í alt 51 pláss so tað ræður um at skunda sær at tryggja sær pláss.
Atgongumerkir til bussferðina kunnu keypast HER


