Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

G!veðrið

Hanus Kjølbro

Veðrið meðan G! er í ár, er hátrýstveður – t.e. lítil vindur úr ymsum ættum ímillum landsynning og útsynning.

Í dag og í kvøld er landsynningur, undir 5 m/s, skýggjað og fyri tað mesta turt. Møguliga onkur lta við regni í kvøld.

í nátt – t.e. leygarnátt – leygarmorgun og út á seinnapartin landsynningur-sunnan og sunnan, lítil og eingin vindur, um 2-3 m/s.

Seint seinnapartin verður útsynningur, um 5 m/s, soleiðis verður vindurin til sunnumorgun. Tá gongur hann niður í sunnan. Einki regnumráði ávegis í vikuskiftinum, men so er tað ættin, hvussu hon er í Syðrugøtu.

Hitin alt vikuskiftið fer at liggja um 10 til 12 stig.

Framhaldandi góðan G!