Løgmaður tosar um stóra týdningin av, at landskassin konsoliderar seg til verri tíðir, meðan hann leggur herðslu á at taka møguleikan frá vinnuni.
Lurtaði eftir formanni Javnaðarfloksins og enn sitandi løgmanni, tá hann framlegði floksins valskrá.
Beit merki í nakað av tí hann segði, og sum hann fleiri ferðir fyrr hevur nevnt. – Nakað soleiðis – tað snúði seg um, “…hvussu umráðandi tað er, at landskassin sparir upp til verri tíðir, tí vit hava fyrr sæð, hvussu landið er komið illa fyri, tí brúkt var ov nógv í góðum tíðum, og vit tí upplivdu álvarsom hóttafall…”. – Eingin kann vera ósamdur við honum í hesum.
Núsitandi landsstýri – og ikki minst løgmaður sjálvur – hevur endurikið aftur og aftur, at føroyska vinnan má og skal gjalda meiri í landskassan, nú landssýrið heldur vinnuna leggja so nógv eftir seg og avlopini eru so “rúgvusmikil” . – Um teir koma til aftur, verða upphæddirnar øktar.
Vinnan – brúk fyri avlopi
Vinnan hevur heilt natúrliga hinvegin mótmælt hesum, tí umráðandi er at støðufesti ella konsolidering er til staðar til verri tíðir hjá vinnuni.
– Ringar tíðir vinnuliga hava verið og tær koma aftur.
Løgni logikkur løgmans sæst týðiliga, at landskassin skal innkrevja gjøld úr vinnuni – og sera ivasom gjøld, sum bæði fara illa við vinnuni og sjófólki okkara – so hesir ikki hava møguleika at spara treytaða peningin upp til verri tíðir, til konsolidering og ikki minni nýíløgur og menning.
Hetta er ein hóttan fyri geografisku økini, har tey liva av vinnuni.
Hetta verður gjørt fyri at fáa pening í landskassan, so landskassin sparir upp til verri tíðir, meðan hesir í tíð og ótíð erpa sær av, hvussu væl hetta landsstýrið hevur stýrt og konsolidera SEG. Hetta er og verður eitt bakkast fyri vinnuna, tað vita øll, sum liva tætt upp at henni.
Verri tíðir altíð verið afturvendandi
Lat tað vera sagt, er tað brúk fyri hjá landskassanum at “byggja borð fyri báru” og soleiðis byrgja upp fyri hóttafallum, so mikið meiri er tað umráðandi hjá grundleggjandi føroysku sveiggjandi vinnuni.
Hetta eigur ein og hvør føroyingur at leggja sær í geyma!
Tað tykist tí løgið fyri okkum vanligu føroyingum, at løgmaður tosar um stóra týdningin av, at landskassin konsoliderar ella tryggjar seg til verri tíðir, meðan hann leggur herðslu og orku á at taka møguleikan frá vinnuni, sum er grundarlagið undir føroyska búskapinum.



