Valstríðið er í hæddini og valevnini brúka nógvar snildir at tekkjast veljarunum. Í morgun kom Elsebeth Mercedis Gunnleysdóttur framvið á Norðlýsinum við onkrum munngóðum
Politisk mentan í Klaksvík er, at valevnir fóðrað kaffistovurnar hjá fyritøkum í býnum við søtum sakum í døgunum upp til valið. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur vitjaði okkum í dag, her er altíð ein kaffimunnur til vitjandi og starvsfólk afturvið einum góðum práti.
Tað frættist at Jákup Mikkelsen er á veg niðan á redaktiónina við hópin av Cadbury vørum og Beinir Johannesen somuleiðis við eini kalvaspraggu.
Um hetta flytir atkvøður vita vit ikki, men vit siga takk fyri Elsebeth.




