Tað tykist vera væl rikið í Klaksvík til løgtingsvalið.
Kl. 16.00 høvdu 656 fleiri fólk valt í Klaksvík enn kl 16.00 fyri fýra árum síðani, um vit telja bræv atkvøðurnar við. 2172 fólk høvdu valt kl. 16.00.
Tað skal tó havast í huga, at í 2015 var løgtingsvalið ein týsdag. At tað er ein leygardag í ár kann gera, at fólk velja fyrr á degnum enn, um tað var ein vanligan arbeiðsdag.



