Løgtingsformaðurin váttar at løgmaður hevur biði um fund og at fundurin er ásettur fyrrapartin týsmorgunin.
Tá ferð løgmaður at boða løgtingsformanninum frá at hann leggur frá sær. Síðani verða formennirnir í politisku flokkunum at møta til fundar so løgtingsformaðurin kann útnevna ein samráðingarleiðara at skipa nýggja løgtingssamgongu.
Alt hetta verður avgreitt fyrrapartin í morgin váttar Løgtingsformaðurin, og so kunnu samráðingar um nýggja samgongu byrjað av álvara.



