Avvarðandibólkur ætlaður ungum millum 18 og 35 ár, sum er avvarðandi at einum, sum hevur sálarsjúku, byrjar í heyst.
Avvarðandibólkarnir hjá Sinnisbata eru bólkar, har umleið 6-10 avvarðandi møtast. Endamálið við bólkunum er m.a., at avvarðandi fáa møguleika at hitta onnur í somu støðu, eitt frírúm, at hittast uttanfyri sjúkrahúsið og fáa góð ráð frá øðrum avvarðandi og á hendan hátt fáa orku, at halda áfram, at stuðla teirra kæru, ið gerast sálarsjúk, eitt skifti í lívinum, ella við jøvnum millumbilum. Har kunnu luttakararnir stuðla hvørjum øðrum og veita hjálp til sjálvhjálp. Tey avvarðandi kunnu tosa opið og erligt um upplivingar, trupulleikar og kenslur, sum hava við teirra støðu sum avvarðandi at gera. Sostatt er tilboðið ikki eitt viðgerðar tilboð, men luttakararnir kunnu saman finna loysnir og deila royndir.
Bólkarnir verða stuðlaðir av fakfólkið, sum hevur serkunnleika innan økið. Luttakararnir og fakfólkið eru áløgd tagnarskyldu eftir galdandi reglum.
Felags fyri avvarðandi kann vera, at tey eisini verða rakt, tá ein í familjuni gerst sjúkur. Familjustøðan broytist. Nógv kenna seg ørkymlaði, ráðaleys og máttleys. Eru møguliga ráðavill í mun til, hvussu tey skulu handfara tann rakta, ávíkavist tætt familja ella vinir.
Bólkurin verður skipaður við undirvísing, felagspráti, psykoedukatión og sosialum tiltøkum.
Tørvurin er stórur – avvarðandi hava brúk fyri meira stuðul
Í Sinnisbata hava vit í fleiri ár veitt avvarðandibólkar til børn, ung og vaksin. Tørvurin er stórur, og vit hava seinasta ferðirnar upplivað, at bólkarnar verða fullteknaðir skjótt. Longu nú hava fleiri teknað seg til bólkin, sum byrjar 17. oktober, sjálvt um freistin at tekna seg til er 15. oktober, og bólkurin bleiv lýstur fyrradagin. Tí ræður tað um at skunda sær, um ein hevur hug at luttaka.
Ynskir tú at koma við í bólkin, kanst tú melda teg til umvegis tilmeldingarskjalið her á heimasíðuni. Um tú hevur spurningar hesum viðvíkjandi, kanst tú ringja til Sinnisbata á tlf. 59 7913 ella skriva til okkum á sinnisbati@sinnisbati.fo, ella umvegis Facebook.
Sinnisbati ynskir størri játtan, soleiðis at tað eitt nú kann gerast møguligt at veita avvarðandibólkar til fleiri avvarðandi í øllum aldrum og kring landið. Í heyst verður enn ein mannfólkabólkur bjóðaður út. Hann verður staðsettur í Klaksvík. Meira kunning verður at finna á heimasíðu felagsins í næstum.



