Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Einki leikbann til FM-finaluna

Jákup Ósá

Átta leikarar vóru á markinum til at missa FM-finaluna við leikbanni.

Tað er nú greitt, at hvørgan av liðunum verður rakt av leikbanni, tí eingin av hesum átta leikarunum fekk kort í dag. Hjá KÍ blivu báðir skiftir út, sum vóru á markinum, meðan hinir báðir vóru skaddir.

Hinvegin eru leikarar ivasamir vegna skaðar. Hjá KÍ eru tað Ísak Simonsen og Torbjørn Grytten, meðan tað hjá B36 er Alex Mellemgaard, ið bleiv útskiftur í fyrra hálvleiki í dag. Ógreitt er, hvussu støðan hjá teimum er ímun til at blíva klárir til leygardagin.