Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Midtskogen til KÍ

Jákup Ósá

KÍ hevur gjørt sáttmála við nýggjan leikara.

KÍ boðar í kvøld frá, at felagið hevur gjørt sáttmála við 24 ára gamla Ole Erik Midtskogen, sum er 1,96 metra álopskendur leikari. Eins og Odmar Færø, so kemur hann frá HamKam í næstbestu norsku deildini. Hetta kappingarárið hevur norski leikarin verið eitt sindur út og inn av liðnum hjá HamKam. 

Ole hevur fyri tað mesta spælt sum vinstri vongur ella álopsleikari. Hann hevur skorað trý mál í 919 minuttum (kelda: transfermarkt) hetta kappingarárið í næstbestu norsku deildini.

Talan er um sáttmála fyri kappingarárið 2020.