Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Stjørnan tekur ímóti VB

Oliver Joensen

Seinasta sunnudag var Stjørnan suðuri í Vági og leikti ímóti VB. Í morgin hittast liðini aftur, tá verður tað í KÍ-høllini, og byrjar dysturin kl. 15.00.

Dystin seinasta vikuskifti vann Stjørnan 29-24, eftir hálvleiksstøðuna 15-9. Stjørnan hevði greitt munin í fyrra hálvleiki, men í øðrun hálvleiki gekk meira javnt á. Ta einu løtuna hevði VB hug at toga seg inn á Stjørnuna, og tá góðir 20 min. vóru eftir at leika, og var munurin tá bert tvey mál, men nærri kom VB ikki.

Sostatt er lagt upp til ein spennandi dyst í morgin.

Harleyfacadeacryl