Víkingur hevur styrkt um miðvøllin við útlendskum profili.
Víkingur skrivar soleiðis:
LUKASZ CIESLEWICZ LJÓSABLÁUR!
Lukasz Cieslewicz hevur í dag skrivað undir ein tvey ára sáttmala við Víking.
Lukasz, sum er 32 ára gamal, er pólendingur, og kom til Føroyar at spæla fótbólt í 2011. Øll 9 árini hann hevur verið í Føroyum, hevur hann umboðað B36. Nú hevur Lukasz valt at royna nýggjar leiðir, og vit fegnast um, at hava fingið Lukasz í okkara hóp. Við sínum 205 dystum og 74 málum í Betri deildini má sigast, at talan er um ein royndan leikara. Víkingur ynskir Lukasz vælkomnum í Sarpugerð


