Í kvøld, sunnudagin 15. desember kl. 18 verður sangløta við Betesdakórinum í Betesda.
Kórið syngur nakrar sangir, ein góður boðskapur verður at hoyra. Harafturat syngja vit eisini nakrar sangir í felag saman við harmonikum.
Aftaná sangløtuna verður ein góður drekkamunnur at fáa.
Øll eru hjartaliga vælkomin og bjóði enduliga øðrum við.




