Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Nógvir harutúrar mangla í Norðoyggjum

Eyðfinn Magnussen

Nógvir túrar mangla framvegis at verða skrásettir í Norðoyggjum. Higar til eru einans skrásettir 66 túrar, har teir tilsamans hava skotið 339 harur.

Úrslitini eru víst á kortinum niðanfyri:

–        Fyri hagarnar, sum eru vístir við grønum, sæst hvussu nógvar harur eru skrásettar.

–        Fyri teir “reyðu hagarnar” er enn einki skrásett.

 

Fyri Fugloynna er allir hagarnir skrásett. Á Viðoynni manglar bara “Úti á Rættini” í Hvannasundi.

 

Er fari tí enn einaferð at heita á harumenn um at skráseta túrarnar.

 

Tølini skulu skrásetast á heimasíðuni “Haran.fo”. Eisini ber til at ringja til mín (Eyðfinn Magnussen) á tel 26 58 31.

 

– brúkaranavn: hs

– loyniorð: login