Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Ein útskifting í KÍ-nevndini

Jákup Ósá

KÍ hevði aðalfund í kvøld.

Á skránni var m.a. val av nevnd, og í KÍ stendur øll nevndin fyri vali hvørt ár. Ein broyting var í nevndini. Margit Joensen valdi ikki at stilla uppaftur sum ábyrgdarfólk fyri ungdómsfótbóltin í KÍ. Nýggjur í nevndina var Kaj Dam valdur sum ábyrgdarfólk fyri fótbóltsvirkseminum hjá besta mansliðnum, sum er eitt ábyrgdarfólk, sum er nýtt í nevndini. Nevndin fekk heimild at finna fólk til at vera ábyrgdarfólk fyri ungdómsfótbóltin.

 

Nevndin í KÍ er nú hendan:

Formaður: Tummas Lervig
Næstformaður: Rúni Heinesen
Nevndarlimur fyri fíggjarmál: Hilmar Danielsen
Nevndarlimur fyri besta mansliðið: Kaj Dam
Nevndarlimur við ábyrgd av samskifti felagsins: Rói Clementsen
Nevndarlimur við ábyrgd av sponsorum felagsins: Jákup Eydnugarð

KÍ roknskapurin hevði eitt avlop í 2019 á eina góða millión. Tað skyldaðist fyrst og fremst, at KÍ í 2019 tvær ferðir kom víðari í Europa League.

Harleyfacadeacryl