Seinni heimsbardagi var eitt ræðuligt kapittul í mannasøguna. Russland var sera meint rakt. Í 1942 legði týskurin á Leningrad – sum býurin tá kallaðist – Saman við Finnum kringsettu teir býin og eftir serboðum frá Hitler skuldu hansara hermegi týna alt lív í býnum.
Russar vardu seg manniliga í 900 dagar. Ladoga sjógvurin frysti til so tað bar til at koyra mat og vápin til kringsetta Leningrad. Kortini doyði sløk 1.5 million civil – kvinnur og børn – av hungri og svølti og týskum bumbum og granatum. Í ár eru 75 ár síðini russar megnaðu at vinna á týskinum og bróta blokaduna.
Hetta hevur verið hátíðarliðdið víða og í St. Pætursborg vóru nógv ymisk minningarhald rumt um í býnum – frælsisdagurin verður hildin 27. januar, og var nógv ymiskt í býarmyndini at síggja sum minti á henda dagin.
Sendinevndin úr Klaksvik var við til fleiri av hesum minnisløtum og fingu innlit í hesa dapru søguna, sum enn ídag livir millum fólkið í St. Petersborg og setur sín dám á folkið í dag, og hvussu tey virðismeta lívið og mentan.
Vitjað varð m.a. inni á stóra savninum sum er um kringsetuna, Her legði Jógvan Skorheim, borgarstjóri blómur og skrivað samkenslukvøða í kondolencubókina.


























