Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Vinarbýaravtalan undirskrivað

Dávur Winther Myndir: Dávur Winther

Mikudagin vitjaðu umboð fyri Klaksvíkar býráð við borgarstjóranum á odda á býráðsskrivstovuni í Pusjkin, har vinarbýaravtalan millum Klaksvík og Puskjkin varð undirskrivað.

Borgarstjórin í Pusjkin, Vladimir V. Omelnitsky og Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík skrivaðu undir skjalið. Á fundinum varð eisini kunnað um Pusjkin og Klaksvík. Økisparturin, Puskjin er uppkallaður eftir kenda skaldinum, Aleksandr Sergejevitj Pusjkin, sum er ein av fyrimyndunum hjá m.a. Dostojevskij, Tolstoj. 

 

Kunnað varð um mentanar – og vinnuøkið hjá báðum býunum, og tá ið greitt varð frá hvussu nógv Klaksvík og Føroyar annars útflyta av fisakvørum til Russlands, undraðist borgarstjórin á, at talan var um so nógv, tó helt hann fyri við einum smíli, at vit mugu innflyta enn meir.

 

M.a. varð greitt frá ríkum mentanarlívið í Pusjkin, og at her vóru fleiri hallir, sum eisini verða brúktar til handilsmessur og ráðstevnur av ymsum slag. Tí var upplagt, at ein komandi ráðstevna, sum Klaksvíks hevur í kvittanum at skipa fyri í summar, liggur nátúrliga í Pusjkin.

 

Stjórnin

Eftir vitjanina í Pusjkin, stóð á skrá, at fundur skuldi vera við stjórnina í St. Pætursborg. Vinarbýarsambandið er gjørt við St. Pætursborg og stjórnina har. Síðani hevur stjørnin veitt hetta samstarvi út til økispartin, Pusjkin at umsita.

 

St. Pætursborg er, sum greitt er frá áður lutaður sundur í 18 økispartar, við hvør síni leiðslu, sum kann samanberast við kommunur, ið vit kenna frá heimilga umhvørvinum.

 

Tá ið vit skuldu inn í tingið, var nógv eftirlit við passi, sum skuldi leggjast fram og vøran – gávur og annað, vit høvdu við, eisini skuldi kannast væl. Í stóra túninum frammanfyri stóð ein rest standmynd av Lenin.

 

Langt um leingi vórðu vit boðin inn til fundin, sum var ásettur um komandi vinarbýarsambandi millum Klaksvík og St. Pætursborg. Har vóru fleiri embætisfólk og fólk frá politisku skipanini annars. Tann, sum leiddi fundin, var eingin minni enn Evgeny D. Grigoriev, sum er formaður í uttanríksnevndini fyri stjørnunai St. Pætursborg.

 

Grigoriev legði greitt fram, at St. Pætursborg við sínum samstarvi umvegis Klaksvík ynskti eitt enn meira virkið samstarv við samhandli, ferðavinnum, útbúgving og gransking, og sjálvandi eisini at kunna menna eitt metnanarligt samstarv millum býirnar.

 

Teir høvdu rættiliga greið tøl um tær nøgdir, sum verða uppskipaðar í St. Pætursborg frá Føroyum bæði í tonsum og Dollarum, har ein ikki so lítil partur kemur frá Klaksvík umvegis m.a. North Pelagic og eisini Hanus Hansen avskipar vørur til St. Pætursborg.

 

Tó kundu borgarstjórin í Klaksvík, sum førdi orðið, umvegis sendiharra Føroya í Russlandi, Hákun Jógvanson Djurhuus, sum var við á fundinum, greiða frá, at 35 % av samlaða innflutninginum av fiski til russiska marknaðin, kemur frá lítlu Føroyum við 50.000 innbúgvum, sum stóra landið við 145 mill. innbúgvum njóta gott av.

 

Jú, so er, kvittaði Grigoriev fyri, men vit hava brúk fyri enn meira at tykkara góðu fiskavørum, søgdu bæði borgarstjórin í Pusjkin, Vladimir V. Omelnitsky og Evgeny D. Grigoriev, formaður í uttanríksnevndini í stjórnini í St. Pætursborg.

 

Vitjaðu skrivstovuna hjá Putin

Tá ið fundurin var liðugur, og gávur vóru handaðar, beyð Grigoriev sær til vísa okkum rúnt í húsinum – tann eina gongin var meir enn 200 m long – so stundir vóru ikki til at fara so víða. Hann fór tí beinleiðis inn á skrivstovu sína. Henda hevði eitt stórt miðrúm, sum var ein móttøka, síðani kundu tú fara inn til vinstru inn í eitt fundarhøli. Til høgru var eitt størt fundarhøli við skrivstovuhorni.

 

Tá ið vit komu inn í skrivstovuøkið, segði Grigoriev, at vanliga er ikki loyvt at taka myndir inni her, men vinir kunnu, og tí kunnu tit, so smíltist hann, tó vit einium serligum myndugleika í eygnakrókunum. Vit tóku fleiri myndir í fyrra rúmunum, og her hekk ein mynd av ein kendum manni, Putin.

 

Tá ið vit so skuldu inn í tað stóra rúmið til høgru, segði Grigoriev, at her kunnu vit ikki taka myndir. Hetta var skrivstovuna hjá honum, sum upprunaliga hevur verið skrivstovan hjá forsetanum, Vladimir Putin.

 

Áðrenn Putin gjørdist presidentur, hevði hann embætið, sum Grigoriev nú situr í St. Pætursborg. Putin røkti hetta starvið frá 1990-1996. Tí kann sigast, at Grigoriev enn heldur galma stólin heitan, sum Putin sat í, í heimbýi sínum, St. Pætursborg. Og tað var eisini sjónligt, at teir báðir kendust og vistu av hvørjum øðrum.

 

Í 1991 bleiv Dmitry Medvedev ráðgevi fyri uttanríkisnevndini í St. Pætursborg, sum Putin var leiðari fyri, so teir hava havt sína dagligu gongd á somu gólvum, vit vitjaðu.

 

Skrivstovan

Inni á skrivstovuni hekk ein mynd av Putin á vegginum við skrivaraborðið. Miðskeiðis á sama veggi hekk ein mynd av Petur tí Stóra, men væl hægri, enn myndin av Putin.  Hetta vildi eingin gera um uppá, tí soleiðis hevði Putin innrættað skrivstovu sína. So her sat Evgeny D. Grigoriev, formaður í uttanríksnevndini í stjórnini í St. Pætursborg hvønn dag – andaður í nakkan av Putin, og tað var ein góð kensla, helt tann sera fyrikomandi og vinsæli Grigoriev.

 

Tá ið vit fóru av rúmligu skrivstovuni, sum kann siga mangar søgur, takkaði Grigoriev hjartaliga fyri vitjan og segði sannførdur, vit síggja nógv størt og áhugavert í samstarvinum við tykkum og Klaksvík – Síðani hálsfevndi hann Jógvan Skorheim, borgarstjóra, og ynskti góða ferð heim aftur, við ynskjum um, at vit skjótt sóust aftur.