Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Rípuspringari rak á land í Nólsoy

Oliver Joensen

24. januar í ár, skrivar Jens-Kjeld Jensen soleiðis á heimasíðu síni:

Hesin rípuspringarin rak upp á land í Nólsoy í januar 2020. Tað var ein hannur, sum var 225 cm. langur. Hannarnir kunnu gerast upp til 260 cm. langir og viga tá umleið 150 kg. Rípuspringari heldur til á heitari farleiðum, og er bert sæddur á okkara leiðum 3 ferðir áður. Rípuspringari kann kava niður á 700 metra djúpd og livir mest av fiski, høgguslokki, krill og øðrum krabbadjórum.