Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Torrakonsert í Spaniastovu í annaðkvøld

Tíðindaskriv

Mánakvøldið 17. februar skipar Tónlistaskúlin fyri konsert í sambandi við Torradagarnar.

Næmingar og lærarar spæla, bæði blandaðan klavertónleik, blokkfloytur spæla lag hjá Magna Husgaard og barokktónleikur fyri strúkarar og cembalo, m.a. Largo úr Árstíðunum (Veturinn) hjá Vivaldi.

Eisini verður guitarsolo frá  Oddur Joensen, sum undirvísir guitar í vetur.

Øll eru vælkomin til konsertina, sum verður í Spaniastovu kl. 18.30.

Harleywoodpaint