Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Ægir Open hevur verið hetta vikuskiftið

Ítróttur

Ægir hevur havt svimjikapping hetta vikuskiftið, har næstan 80 svimjarar frá øllum svimjifeløgunum hava luttikið.
Kappingin gekk væl. Serliga var tað kappingin hjá monnum í 50 frí, sum var sera spennandi, og har kláraði Rókur Trygvason at seta nýtt føroyskt met viđ tíðini 22.94. 
Annars kann sigast, at svimjararnir hjá Ægir svomu væl, og settu teir fleiri perónlig met. Fleiri av teimum yngru svimjararnum klárađu at svimja seg til eina nálatíð, og gevur hendan tíðin, teimum møguleikan at svimja til FM.