Nógv ymisk tiltøk hava verið á skrá, og hava tey verið væl vitjaði øll.
Talan hevur verið um ein rúgvusmikla skrá við heili 56 ymiskum tiltøkum á skrá.
Smæran og Miðhøllin á Skúlatrøð kunnu sigast at hava verið høvuðspallarnir, tó at nógv onnur tiltøk hava verið runt um í býnum, har sjóvinnan so ella so hevur verið á skrá.
Dragin, Húsarhaldsskúli Føroyar, Gamla Seglhúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús, Atlantis, Spaniastova, Café Gloria, Klaksvíkar Bókasavn, Svimjihøllin, Betri, Betesda og Christianskirkjan og fleiri við teimum hava verið pallarnir á Torradøgunum, sum vit eru takksom fyri.
Leygardagin vóru 140 fólk og hugdu at filminum, Trolmenn í Miðhøllini á Skúlatrøð, sum Zacharis Hammer hevur klipt saman úr eini stóri sjónvarpsrøð, sum verður víst seinni.
Eftir filmin var ein áhugavert framløga og prát um rækjuveiðuna, sum tók seg upp saman við John Dam og Vesturvarða.
Tá ið Vesturvarði seint á heysti í 1969 skeyt rækjutrolið norðuri við Rivkoll í Vesturgrønlandi, hevði helst fáur varðhugan av, at hetta skuldi gerast byrjanin til eina gulltíð hjá hesin partinum av føroyska fiskiflotanum.
Tann fyrsti rækjutúrurin var mest at meta sum ein roynd, men síðani eydnaðist tað at fáa gongd á fiskiskapin. Miðskeiðis í sjeytiárunum vaks rækjuflotin skjótt og eftir einum 15 árum vóru 18 rækjuskip í hesi vinnuni.
Tiltøk í Smæruni
Óli Jacobsen, greiddi frá um Sigert í Kirkjubø
Jógvan Arge, “Karin K” við útróðrarbátum í Eysturgrønlandi í 1959
Kári P. Højgaard, Við Sigmundur ll. í Ravn Stóroy
Miðhøllin á Skúlatrøð
Kortspælið um makrelin, sildina og svartkjaftin
Stríðið um proteinini
Njál Djúrhuus greiddi frá hendingaríka lívi sínum
Fiskivinnutingið – almennur kjakfundur
Arktis – tveir eysturríkarar greiddur frá, og Bill Justinussen greitt frá Norðurlendskum politiskum áhugamálum í Arktis.
Sama gjørdi Malan á Dunga, búskapingarfrøðingur, um spenningarnar vegna áhugamálini í Arktis frá USA, Kina og Danmark/Føroyum, har infrakervið umvegis G5 er eitt høvuðsmál í løtuni.
Trolmenn – við brotum úr filminum Trolmenn,
Søgan um rækjurnar framløga og prát við Helga Jacobsen, Kjartan Joensen, Eisenberg Hansen og Árna Dam
Heilsukafé á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, ið letur dyrnar upp á Torradøgunum, er altíð væl vitjað og hevur sítt sanna gagn.
Har kundi tú fáa mátað blóðtrýstið, puls, iltmetting í kroppinum og blóðsukur. Gera konditest og máta feittvirði í kroppinum, og tað er meir enn so komið fyri, at onkur hevur fingið eina heilsan um at koma aftur ella at vitja egnan lækna, fyri at fáa onkur viðurskifti kannað nærri.
Listaframsýningar og konsertir, fyri ikki um at tala um mongu kaféirnar, sum eisini hava verið á skrá, og sum eisini hava verið væl vitjaðar.
Telur tú øll vitjandi saman, tó at fleiri ganga aftur til tey ymsu tiltøkini, so fara vit uppum 4.000 fólk.
Øll vilja vera við og rætta hjálpandi hendur, sum er at takka fyri!
Torravikan hevur verið góð og væl vitjað og hevur fingið nógv umtalu víða um – og tá ið soleiðis er, koma nógv ymisk hugskot um tiltøk at taka upp eina aðra ferð.
Vit gleða okkum til næsta ár, tá ið Torradagarnir verða 15. – 21. februar.












































































