Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroyingar fara ikki at ganga svangir…

John William Joensen

Heilsølurnar og stóru matvøruhandlarnir vanta ikki stórar trupuleikar við matvørum, hóast tað í løtuni er trupult at fáa fatur á spritt og wc-papír.

Hans Arne. B. Thomsen, stjóri í Kjølbro Heilsølu, sigur at sum støðan er í løtuni er trupult at fáa hendur á spritt og wc-papír.

– Vit hava sjálvsagt merkt til øktu søluna av ávísum vørum, og vit hava eisini avgjørt at sølufólk hjá okkum fyribils ikki koyra kring landið, men gera sítt arbeiði gjøgnum telefon og teldu. Í løtuni er trýst á ávísar vørubólkar, men vit vanta ikki at fáa stórar trupuleikar av at nøgta eftirspurningin uppá longri sigt, sigur Hans Arne í stuttari viðmerking.
 
Gunnar Mohr er púra sannførdur um at føroyingar fara ikki av vanta mæt.

– Føroysku heilsølurnar hava traditión fyri at liggja inni við nógv meira matvøru enn heilsølurnar í grannalondunum. Vit eru von við at flúgvarar og skip eru forsinka og at vøran ikki kann koma til tíðina.
– Vit merkja at sølan er væl hægri í løtuni enn vanligt, og tað merkist á søluni at tað er ein ávísur øtti, men vit fáa nýggjar vørur hvørja viku úr útlandinum. Vit tosa dagliga við okkara útlendsku veitarar og teir hava ongar forvantningar um at teir vera noyddir at gevast við veitingunum. Tó kunnu vit ikki verja okkum fyri at einstakar vørur verða útseldar í nakrar dagar um fólk fara at keypa órationelt inn, sigur Gunnar Mohr frá Poul Michelsen Heilsølu.
 
Jan Gardar, deildarleiðari í FK í Klaksvík sigur at fólk eru róligari nú enn tey vóru gjárakvøldi og tíðliga í morgun.
 
– Tað vóru nógv sum komu at keypa í gjarkvøldi tá statsministarin hevði verið úti og fráboða ógvuslig tiltøk. Eisini tíðliga í morgun komu nógv fólk inn tá vit lótu dyrnar upp, men tað tykist sum um at tað er vorið eitt sindur meira róligt út á seinrapartin, hóast tað eru fleiri viðskiftafólk enn vanligtí handlinum.
– Vit fáa vøru aftur í næstu viku, men tað er ein avbjóðing hjá okkum at meta um hvussu nógv vit skulu keypa av ymsu vørubólkunum, sigur Jan Gardar deildarleiðari hjá FK í Klaksvík.
 
 
Tanja Petersen, stjóri á matvøruhandlinum INN í Klaksvík, sigur at fólk í ávísan mun eru farin at keypa inn undir seg.
– Vit fáa vørur aftur leypandi so tað skuldi ikki verið nakar trupuleiki, men sjálvandi um øll fara at keypa so verða ávísar vørur útseldar til nýggj vøra kemur.
 
Nils Mortensen, stjóri í matvøruhandlunum Bónus, sigur at teir hava merkt eina meirsølu í eina góða viku.
– Tað byrjaði við at fólk fóru at keypa meiran enn vanligt í seinastu viku, men í gjárvøldi eftir at statsministarin hevði boðað frá herdum tiltøkum, byrjaðu fólk at hamstra matvørur, sigur stjórin í Bónus, Niels Mortensen.
– Vit hava tó ikki trupuleikar við at fáa meira vøru, hóast einstakar vørur kanska verða útseldar í nakrar dagar. Støðan var tann sama í Italien tá italska stjórnin setti ógvuslig tiltøk í verk. Men so skjótt fólk sóu at vørur komu aftur á hyllarnar normaliseraði støðan seg og tað vanti eg eisini at hon fer at gera í Føroyum, sigur Niels Mortensen.
 

Harleywoodpaint