Klaksvíkar Sjúkrahús er farið undir at kannað fólk fyri korona smittuna
Leygardagin høvdu vit í Sjúkrahúsverkinum ein fund har avgerð varð tikin um, at fólk kunnu koma her at verða kannaði fyri korona smittuna. Fólk skulu ringja til sín kommunulækna ella til læknavaktina 1870, tey skulu ikki ringja á Klaksvíkar Sjúkrahús, slær Alexandra á Dul fast.
Tað eru alsamt fleiri, ið hava tørv á at blíva kannaði og vit meta, at tað er neyðugt, at Klaksvíkar Sjúkrahús eisini er farin undir, at kannað fyri korona smittuna, sigur Alexandra á Dul
Fólk sum koma her, verða kannaði norðanfyri í starvsfólkabygninginum við Víkavegin, ið liggur nakað burturfrá sjálvum sjúkrahúsinum, hetta er fyri at verja sjúklingarnar og eisini tey eldru á Norðoya Røktarheimi, sigur Alexandra á Dul við Norðlýsið at enda.



