Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Beinleiðis stroymd vínsmakking fyri øll

Pól Hans, Birgar & Ólavur

Leygarkvøldið 2. mai kl 20.30, verður ein vínsmakking stroymd beinleiðis á Facebook, har so at siga øll kunnu vera við. Seinastu vikurnar hava vit sæð ølsmakkingar og ymiskt annað spennandi, og nú var tíðin komin til at gera eina beinleiðis vínsmakking, sum er til tað vanliga fólkið og er púra niðri á jørðini. Leinkjan til Facebook tiltakið er her: https://www.facebook.com/events/311277793187219/

Tað er sera einfalt at luttaka, og tað er ikki neyðugt at brúka stórar upphæddir uppá hetta. Um tú fert inn í eina avdeiling hjá Rúsdrekkasøluni kring landið, so kanst tú keypa vín sum vit fara at smakka. Síðani byrja vit at stroyma á Facebook síðuni leygarkvøldið, og fara ígjøgnum vín sløgini eitt og eitt saman. Leinkja kemur til stroymingina á Facebook síðuni beint áðrenn byrja verður.

Hetta er tað vit fara at smakka:

Hvítvín
1. Karlsmuhle Riesling, kr 97,50
2. Villa Maria Sauvignon Blanc, vistfr. kr 124,50 Reyðvín
3. Cycles Gladiator Pinot Noir, kr 114,00
4. Beronia Reserva, kr 121,00
5. Heartland Shiraz, kr 131,50
6. Chateauneuf du Pape Tour St. Michel, kr 198,50

Vit hava valt 6 ymsar fløskur í bíligara og moderata endanum, og fara at royna ymsar drúvur og ymisk lond, men tit noyðast ikki at keypa allar fløskurnar fyri at vera við. Tit kunnu til dømis velja at keypa eina hvíta og eina reyða, ella eventuelt 4 tær fyrstu, um tit halda at 6 fløskur er ov mikið. Alt er lov. Vit vilja tó viðmæla, at tit í minsta lagi keypa tykkum eitt slag av hvítvíni og tí reyðu nr 4, ein Beronia Reserva. Um tit ivast í sløgum, so fáa tit fryntligu starvsfólkini í Rúsuni at hjálpa tykkum.

Vit gleða okkum til eitt hugnaligt vínkvøld saman við tykkum øllum.

 

Pól Hans, Birgar & Ólavur