Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Børnini sleppa aftur at stuttleika sær í svimjihøllini

klaksvik.fo

Svimjihøllin hevur seinastu vikuna havt opið við avmarkaðum tænastum, men í morgin verður latið enn meira upp. Heittvatnshylurin og baðilandið, sum nógv hava saknað, kann nú aftur takast í brúk.

Løgmaður hevur í dag boðað frá, at Føroyar lata enn meira upp, og at frástøðan fer frá tveimum metrum niður í ein metur, samstundis sum bólkar á 100 nú kunnu samlast. Møguleiki er tískil at bjóða fleiri tænastur og fleiri gestum í svimjihøllina.

Torkil Mørkøre, leiðari í Svimjihøllini, sigur, at hetta tíðaskeiðið hevur verið heilt serligt.

– Vit fóru frá methøgum vitjunartølum til púrasta tóma svimjihøll, og hevur svimjihøllin orsaka av øktum smittuvanda verið ein av teimum kommunalu stovnunum, sum hevur bíðað longst við at lata upp aftur. Vit hava tikið tilmælini í størsta álvara, tí vit eru púra greið yvir, at vit í svimjihøllini verða noydd at taka heilt serlig atlit til eitt nú reinføri.

–  Vit eru nú klár til at lata enn meira upp, og eru starvsfólkini serstakliga spent til at bjóða børnum og vaksnum nær og fjar vælkomnum aftur, sigur Torkil Mørkøre.

Øll stig eru tikin í samráð við korona-vegleiðingina, og samskift verður eisini við korona-vegleiðingina um, nær vælveruøkið kann lata upp aftur.