P/F Eystur- og Sandoyartunlar kunngera í dag, hvørji gjøldini fyri at koyra gjøgnum Eysturoyartunnilin verða. Tunnilin letur væntandi upp eftir ársskiftið.
Í mun til hinar tunlarnar, skulu brúkararnir av Eysturoyartunlinum gjalda serstakt báðar vegir, tá koyrt verður ígjøgnum. Orsøkin er, at brúkararnir av tunlinum kunnu velja at koyra gjøgnum tunnilin ein veg og eftir verandi farleið heim aftur. Tí eru allir prísir fyri einvegis túrar. Gjaldsskipanin skrásetir við hvønn tunnilsmunna, har akfarið koyrir inn, og við hvønn munna tað koyrir út. Frá skrásetingunum verður so rætta gjaldið ásett.
Yvirskipað verður møguligt at tekna hald fyri at koyra gjøgnum tunnilin. Haldið gevur avsláttarfyrimunir í mun til bilar, sum ikki hava hald, har eitt avgreiðslugjald á kr. 100 fyri túrin verður lagt omaná. Fyri persónbilar verður hartil ein serlig avsláttarskipan. Skrásetingarskipanin í Eysturoyartunlinum skrásetir talið á túrunum frá fyrsta í hvørjum mánaði og ásetir prísin eftir túratali ávísa mánaðin.

Tá avgjørt var at fara undir at byggja Eystur- og Sandoyartunlarnar, var samstundis avgjørt, at byggingin skuldi fíggjast við partapeningi, sum landið skuldi gjalda, og at felagið síðan sjálvt skuldi skaffa fígging til restina. Rakstur og lánsfíggingin skal gjaldast við tunnilsgjaldi.
Eysturoyartunnilin verður 11,25 km langur. Teinurin frá tunnilsmunnanum á Hvítanesi til Runavíkar verður 9,7 km, og teinurin av Hvítanesi inn á Strendur verður 9,2 km. Teinurin tvørtur um Skálafjørðin verður 3,9 km. Sandoyartunnilin verður 10,8 km langur.




