Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Elduvík er til reiðar

Dávur Winther (orð og myndir)

Elduvík er øll flaggskrýdd í morgun og Marmennilin er til reiðar.

Tó at tað hevur verið nakað vátt, so kagar sólin fram handan fjøllini. Hann lovar turrari út á dagin.

Tað blíðkar fyri hugaðum monnum, so nógv tekin eru í sól og mána um ein frálíkan og hendingaríkan dag í Elduvík.

Eitt lið við 18 kvinnum hevði valt henda dagin at ganga frá Elduvík um líðina til Oyndafjarðar, síðani Hellurnar og so uppum Skarðið til Fuglafjarðar.

Ein spennandi dagur!