Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Spenningur fram til 82. minutt

Jákup Ósá

Gott KÍ-avrik á Wankdorf-leikvøllinum í Bern í kvøld.

KÍ møtti sínum kanska sterkasta mótstøðuliðið nakrantíð, saman við Reyðu Stjørnu í 2000, og við óvissuni upp til dystin sum m.a. gjørdi, at KÍ ikki kundi fara avstað fyrr enn dagin fyri, so vóru vónirnar kanska ikki tær bestu hjá teimum flestu.

 

Sera góður fyrri hálvleikur

Fyrri hálvleikur var sera góður sæð við KÍ eygum. Burtursæð frá einum málmøguleika, so helt KÍ heimaliðnum heilt burtur frá málmøguleikum. Í hinum endanum fekk KÍ stóran málmøguleika, men málverjin bjargaði, tá Ole Erik Midtskogen skeyt. 0-0 í hálvleikinum var fult í tráð við leikgongdina.

 

Luftspælið hjá Nsame bleiv avgerandi

Í seinna hálvleiki byrjaði dystargongdin sum í fyrra hálvleiki, men burturúr ongum í 50. minutti, so skoraði sterki Jean Pierre Nsame eftir gott innlegg. Løtu seinni bleiv 2-0, tá mistak frá Jóannes K. Danielsen bleiv hart revsað av Suljemani. Men spenningur kom í dystin móti endanum. Jóannes Bjartalíð sendi frísparksinnlegg til innskifta Jonn Johannessen, sum skoraði. Spenningurin helt sær í nakrar minuttir til 82. minutt, tá luftstyrkin hjá Nsame aftur bleiv avgerandi. Hesaferð skallaði hann yvirum til Ngamaleu, og so var dysturin endaliga avgjørdur. Í hesum málinum var Jesper Brinck, sum spældi sín fyrsta dyst fyri KÍ á vinstra bakki, langt burtur frá sínum leikara.

Samanlagt eitt gott KÍ-avrik, tá vit hava styrkina á mótstøðuliðnum í huga. Fyrri hálvleikur koyrdi nærum uttan mistøk, meðan KÍ-viðhaldsfólkini í seinna hálvleiki kundu fegnast um eitt mál. KÍ fer nú í Europa League, har KÍ skal spæla 24. september, um liðið ikki í lutakastinum verður eitt av tveimum, sum av 10 møguligum liðum sleppur í ‘’play off’’.

 

Kringvarpið eigur rós

Fyri fyrstu ferð í fleiri ár, so gjørdi Kringvarpið nógv burturúr sjónvarpspartinum í sambandi við ein Champions League dyst. Helst tí, at rættindini í ár eru lættari at fáa, nú korona hevur gjørt, at tað bara blívur spældur ein dystur og at føroyska felagið altíð eigur rættindini at vísa í sínum landi. Og Kringvarpið gav hyggjarunum eitt frálíkt kvøld, har tað ikki bleiv hálvgjørt. Góð upptakt, gott hálvleiksprát og góð eftirmeting saman við góðari frásøgn. Hetta bleiv so kryddað við tveimum góðum innsløgum úr Klaksvík. Frálíkt!

Harleywoodpaint