Framúr úrslit hjá U21-landsliðnum á Svangaskarði í kvøld.
Nýggja byrjanin við nýggjum U21-landsliðsvenjara og nógvum nýggjum leikarum fekk eina framúr byrjan. Í ordiligum føroyskum veðri á søguliga Svangaskarði eydnaðist tað Føroyum at vinna 3-1 eftir, at Ísrael hevði verið frammanfyri 1-0 í hálvleikinum. Ísrael hevði frammanundan í fýra dystum ongan dyst tapt í undankappingini.
Málskjúttar hjá Føroyum Mads Mikkelsen, Petur Knudsen og so var tað eina eitt sjálvmál.


