Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Odmar Færø bjargaði Føroyum javnleikin

Jákup Ósá

Føroyar fingu eitt stig á Tórsvølli í kvøld.

Føroyar komu afturum 1-0, men løtu seinni javnaðu Føroyar við einum ‘’KÍ-máli’’. Jóannes Bjartalíð legði hornaspark innfyri, har Odmar Færø skallaði bóltin í málið.

Í seinna hálvleiki vóru tvær avgerandi dómarastøður, ið gingu ímóti Føroyum. Eitt mál til Føroyar bleiv kolldømt vegna rangstøðu, sum útfrá upptøkunum sá ivasamt út og so vístu upptøkur seinni, at ein hjá Lettlandi skuldi havt fingið reytt kort, tá hesin traðkaði á Odmar Færø.

1-1 gjørdist úrslitið í einum dysti, har Lettland kanska var betra liðið, tá vit hyggja eftir, hvat lið hevði fleiri álop. Tí kom eina stigið væl við hjá Føroyum, sum varðveita góðu støðuna í bólkinum.

Føroyar spæla aftur týsdagin móti Andorra á heimavølli.