Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Heystlitirnir eru ein frægd fyri eygað

Oliver Joensen

Í morgun gingu vit tveir ein túr í Skúvaldal. Áhugavert var at síggja hvussu vakurt og hugnaligt skótahúsini eru blivin, nú at kalla seinasta hond er løgd á verkið.

Men ikki minst var vakurt at síggja náttúruna, nú hon hevur latið seg í sín heystbúnað. Um summarið er sterkt grøni hagin vakur. Men hesa tíðina á árinum koma fleiri meira sartir litir fram. Kundi ikki lata vera við at taka nakrar myndir úr hávanum við, nú blómurnar har vísa seg í heilt øðrum hami enn tær gjørdu í summar.